Bjóða 18-19% í lønarhækking

-

Kommunan í Kollafirði hevur bjóðað dagrøktarmammunum eina lønarhækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri, enn nakar annar hevur fingið.

Tað sigur Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði í einum tíðindaskrivi um verkfallið hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði.

í einum tíðindaskrivi frá Kollafjarðar Kommunu beint fyri døgverða í gjár, sigur bygdaráðsformaðurin, at í sáttmálanum ímillum Havnina og Kollafjørð stendur m.a., at allir borgarar skulu hava somu skyldur og somu rættindi, og at dentur skal leggjast á, at tænastuveitingar og kostnaðarstøði verður tað sama hjá øllum borgarum í sameindu kommununi.

?Sostatt kann Kollafjarðar kommuna bara gera ein sáttmála, sum er galdandi til nýggjarsaftan í ár. Men kommunan følir seg bundnan til at gera ein sáttmála, sum gevur dagrøktarmammunum í Kollafirði somu kor sum tær í Havnini fáa, tí í avtaluni um kommunusamanlegging stendur eisini, at longu frá 1. oktober 1998, skuldu kommunurnar í mest møgiuligan mun samstarva, sum um samanleggingin var framd.

Útfrá hesum, hevur Kollafjarðar Kommuna bjóða dagrøktarmammunum ein sáttmála, sum setir tær á sama støði sum dagrøktarmammurnar í Havn. Hetta ber m.a. av sær, at tær skulu fáa eina lønarhækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri enn nakar annar hevur fingið.

Men hetta ber samstundis í sær, at foreldragjaldið fer munandi upp.

Somuleiðis verður eisini arbeitt fyri at seta á stovn frítíðarskúla, sum ætlandi skal virka fyrst í komandi ári, sigur Kollafjarðar Kommuna.