Í Degi & Viku í kvøld bórust tíðindini, at felagið Fjord Fish, sum Ludvík við Stein eigur saman við skotanum, Jerry Smart, hevur givið landsstýrinum eitt tilboð á 100 miljónir krónur fyri ein part av makrelkvotuni í ár.
Í innslagnum varð einki sagt um, hvussu nógv tons av makreli Fjord Fish vil hava fyri hesar 100 miljónir krónurnar, og ei heldur varð nakað sagt um, hvørt fiskurin skal umborð á stóra framleiðsluskipið, Layfayette - ella, um fiskurin kanska partvís verður landaður í Føroyum.
Sum skiltist á Degi & Viku sigur tilboðið hjá Fjord Fish einki um, hvat felagið - um landsstýrið gongur tilboðnum á møti - fer at gera við makrelin.