Kapping er í Tórshavnar kommunu um næmingarnar í 10. flokki, nú Tórshavnar Kommunuskúli eisini bjóðar næmingum eitt 10. flokstilboð, sum tey kalla MiðRás
Tað var eftir at Fiskimálaráðið hósdagin steðgaði ætlanini hjá Tórshavnar Býráð at savna allar tíggjundaflokkarnar í Eysturskúlanum, at til bar hjá Tórshavnar Kommunuskúla eisini at bjóða næmingum í 10. flokki eitt tilboð.
Nógv kjak hevur verið um avgerðina hjá Tórshavnar Býráð at savna allar 10. flokkarnar í Eysturskúlanum. Serliga hava tað verið lærarar, foredur og næmingar úr Kommunuskúlanum, sum hava gjørt vart við seg - og skúlastýrið fyri Kommunuskúlan hevur kært málið, og tað er henda kæra, sum fyribils hevur steðgað ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu.
Kortini hevur Eysturskúlin boðað frá, at skúlin bjóðar sama - Nám-X - sum ætlað, og nú boðar Kommunuskúlin frá, at hann eisini hevur eitt tilboð, sum tey nevna MiðRás
Í einum faldara, sum Kommunuskúlin hevur gjørt, verður greitt frá, at tú skalt velja tvær breytir á MiðRás. Breytirnar liggja týs? og hósdag. Mána? og mikudagar eru valfak.
Breytapakki 1 er miðlabreyt, ítrótta? og heilsubreyt, handverkabreyt, tónleikabreyt, náttúruvísindabreyt ella handarbeiðs- /design og mótabreyt.
Breytapakki 2 er KT-breyt, myndlistabreyt, húsarhaldsbreyt, lestrarbreyt, sjóvinnubreyt ella landbúnaðarbreyt.
Uttan mun til hvørja breyt, tú velur, eru evni og vitjanir knýtt at. Teirra millum eru íverksetan og onnur skeiðstilboð.
Valfakini eru føroyskt, enskt/Cambridge, danskt, týskt, spanskt, støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, søga/samtíð, heimspeki/sálarfrøði, kristni/ lívsvirði og lívfrøði/umhvørvi.
Fríggjadagar eru tiltøk ella framførslur á skránni.
10. flokkur í Kommunuskúlanum fer tríggjar lestrarferðir. Í heysthálvuni fara øll lesandi á MiðRás samansjóðingarferð. Í várhálvuni verður farið enn eina ferð í Føroyum. Í várhálvuni verður eisini farið á lestrarferð út í heim. Leiðin liggur til Prag umvegis Berlin.
Á MiðRás í Kommunuskúlanum eru tvær serskipanir.
Onnur er til tónleikarar í MusikkskúlaMiðnámi og hin er parttíðarstarv í vinnuni, sum eru tvinnað við MiðRásina.
MiðRás húsast í sunnara vongi í gula skúla. Her eru undirvísingarhøli, felagshøli, vesi, køkur, bókasavn og gongsteldur. Næmingarnir á MiðRás hava fría atgongd til tráðleysa netið hjá skúlanum í skúlatíðini.
- MiðRás er rásin til tín, ið vil verða partur av tí besta skúlaárinum. Árið, har tú finnur teg sjálva/n og nýggjar vinir, búnast og mennist, sigur Kommunuskúlin í faldaranum.










