Bitu tenninar saman

Andrew av Fløtum var lítið fyri at tosa um sítt egna avrik, men hann fegnaðist um, at føroysku leikararnir fingu strítt seg til nýggja yvirvág í dystinum

fótbóltsprát

Tað var líka sum, at betri skil kom í føroyska spælið, tá tríggjar útskiftingar vórðu framdar í seinna hálvleiki.
Ikki minst gjørdi tað góðan mun, at Andrew av Fløtum kom inn á vøllin, men tá vit eftir dystin fingu orðið á hann, tóktist hann tó ikki hava hug til at hevja sítt avrik framum tað hjá liðfeløgunum. Og heldur ikki vildi hann staðfesta, at hann nú er nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu.
- Vit eru sjálvandi nógvir um boðið, og fyri tað um Todi ikki bleiv klárur til dystin, so merkti tað á ongan hátt, at eg helt meg eiga pláss á liðnum. Hjalgrím gjørdi eisini eitt sera gott arbeiði, so hjá mær var bara at bíða, og so annars gera mítt besta, tá eg fekk møguleikan.
Men vart tú vónbrotin av, at tú ikki byrjaði inni?
- Tað kann man ikki vera. Sjálvandi ynskir tú altíð, at tú skalt byrja inni á vøllinum, men hinvegin haldi eg eisini, at tað onkra tíð hevur sínar fyrimunir at koma inn í ein dyst. Ikki minst tí tú tá ofta hevur eitt eyka yvirskot í mun til hinar leikararnar á vøllinum.

Óskiljandi styrkislisti
Um dystin sjálvan segði Andrew annars, at hann var fegin um, at tað eydnaðist føroyska liðnum at reisa seg aftur.
- Har gekk einki ta einu løtuna, og vit missa eina annars trygga leiðslu. Tíbetur megna vit tó at bíta tenninar saman, soleiðis at vit aftur vinna yvirtakið. Eisini hóast vit í nógvum førum ikki hildu okkum hava dómaran við okkum. Handan dystin skuldu vit bara vinna, og tað eydnaðist tíbetur. Eg skilji í øllum førum ikki, hvussu tað ber til, at hasir eru styrkismettir hægri enn vit á FIFA-listanum, segði Andrew av Fløtum at enda.