Bitlandi týðandi leiklut fyri íverksetan og nýskapan í Føroyum

Bitland ger eitt gott og týðandi arbeiði fyri íverksetan og nýskapan í Føroyum. Ein høvuðsuppgáva hjá felagnum er at hjálpa íverksetarum at útvega fígging og at ráðgeva íverksetarum. Hesa uppgávu loysir felagið væl, so nevndin er nøgd við virksemið og stjóra felagsins.

Í einari greinarøð hevur Dimmalætting sett ljóskastaran á ráðgevarafyritøkuna p/f Bitland.  

Niðurstøðan hjá Dimmalætting tykist vera, at Bitland og stjóri felagsins eru miðdepil í einari »stuðulskarrussel«, ið fyri tað mesta snarar runt við almennum skattakrónum.

 

Nevndin í p/f Bitlandi hevur við áhuga lisið greinarøðina, og nevndin heldur tað vera náttúrligt at koma við eini viðmerking.

 

Nøgd við virksemi felagsins

Í fyrsta umfari hevur tað týdning at staðfesta, at nevndin er nøgd við virksemi og stjóra felagsins.

 

Nevndin kennir ikki aftur myndina, ið Dimmalætting málar, av einari leiðslu, ið fyri egnan vinning situr báðu megin borðið, bæði tá kapitalur verður játtaður, og ráðgevast skal.

 

Váðafúsur kapitalur

Vert er at skilja, at tað er ikki Bitland, ið játtar pening til Bitland. Til eina og hvørja tíð eru tað teir játtandi myndugleikarnir (grunnar, stovnar o.o.), ið einsamallir taka avgerð um, hvørjar játtanir skulu latast.

 

Møguligar atfinningar um ymsar fyritøkur, ið fáa kapital játtaðan, skulu tí ikki rættast móti ráðgevarum sum Bitlandi. Tvørturímóti ger Bitland eitt gott arbeiði, um ein fyritøka fær játtaðan stuðul. Vit skulu minnast til, at ein høvuðsuppgáva hjá Bitlandi er at hjálpa íverksetarum at søkja kapital ymsastaðni frá.

 

Flestu munnu vita, at kapitalur til íverksetarafyritøkur krevur at vera sera váðafúsur, tí váðin er stórur. Bert fáar verkætlanir eru veruliga burðardyggar og sjálvberandi, men tað er kortini alneyðugt at seta pening í íverksetan og nýskapan fyri at tað skal eydnast teimum fáu burðardyggu verkætlanunum at gerast veruleiki.

 

Tí er onki løgið í, at Bitland arbeiðir við at søkja pening, eisini almennan pening - tað er jú arbeiðið hjá Bitlandi.

 

Avtalan við Kleking

Dimmalætting finnist at avtaluni, ið Kleking hevur við Bitland um at lata skrivstovuhøli og ráðgeveratænastur til verkætlanir, sum fáa stuðul gjøgnum Kleking. Dimmalætting kallar gjaldið fyri hesar tænastur, sum Bitland letur, “stuðul” til Bitland.

 

Hetta er púra misskilt. Talan er um gjald fyri tænastur, ið Kleking keypir og Bitland selur! Tað kann ikki undra, at Bitland fær pening fyri hesar tænastur, tí frá Bitlandi fáa verkætlanirnar í Kleking bæði høli, skrivstovuhentleikar, ráðgeving o.s.fr. Partur av inntøkugrundarlagnum hjá Bitlandi er júst at veita skrivstovu- og ráðgevaratænastur.

 

Vit mugu staðfesta, at Kleking higartil hevur mett, at tænastan frá Bitlandi er í lagi. Annars var neyvan nøkur avtala. Til eina og hvørja tíð er tað upp til Kleking at gera av, um avtalan skal halda fram ella ikki. Hetta er ikki ein avgerð, ið Bitland tekur.

 

Arbeiðsfriður er avgerandi

Ein týðandi fortreyt hjá nýskapandi fyritøkum er, at tær fáa arbeiðsfrið at mennast og vaksa – um teimum skal verða lív laga. Tí vil nevndin í p/f Bitlandi ikki umrøða nakra ávísa fyritøku.

 

Hin vegin er tað okkara fatan, at royndirnar í felagnum higartil benda á, at arbeiðshátturin, ið bygdur er upp seinastu árini í hesum umhvørvi, kann geva góðan ávøkst.

 

Íverksetaraumhvørvið í Føroyum er eftir okkara tykki í menning, tó at samfelagsbúskaparliga gongdin í løtuni má sigast at geva eitt mótrák. Arbeiðið hjá Bitlandi man eiga sín lut í hesi menning.

 

Málið er sjálvandi nú sum áður, at veruligar fyritøkur, útflutningur, arbeiðspláss v.m. skulu spyrjast burturúr.

 

Nevndin undirstrikar enn eina ferð, at hon er nøgd við virksemi felagsins og vónar ikki, at verandi skriving kemur at skaða menningina av íverksetaraumhvørvinum í Føroyum. Feilíløgur fara altíð at verða gjørdar, ikki minst innan íverksetan og nýskapan, men tað má ikki føra við sær, at ein ikki vil fíggja og stuðla íverksetarar.

 

Nevndin er vís í, at Bitland eisini frameftir er ein verdugur samstarvspartnari, bæði mótvegis tí privata og tí almenna geiranum.