Bitland víðkar enn meiri

Bitland undirskrivaði týsdagin ein leigusáttmála við felagið, sum rekur handlarnar í Handilskjarnanum. Harvið verður nýskapanarumhvørvið hjá Bitland meira enn tvífaldað, og fer nú at telja meira enn 1.100 fermetrar í miðbýnum í Havn.

Í november flutti Bitland inn í bygningin har Telebúðin heldur til. Harumframt rekur Bitland skrivstovuvirksemi í Tórsgøtu. Men áhugin fyri at verða partur av nýskapanumhvørvinum hjá Bitland er so mikið stórur, at neyðugt er at vaksa um virksemi.

- Nógv verður tosað um íverksetarahús og líknandi tiltøk fyri at menna nýskapan. Bitland er ment av m.a. íverksetarum seinastu 3 árini, og í dag eru umleið 14 fyritøkur og 25 fólk knýtt at nýskapanarumhvørvinum í miðbýnum, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland.

Við nýggja leigumálinum víðka tey um skrivstovuna. Harvið nøkta tey í enn størri mun tørvin á skrivstovum til íverksetarar og smærri fyritøkur, sum ynskja at virka í einum umhvørvi, sum er merkt av menning og altjóða virksemi.

Eftir ársskiftið verða tillagingar gjørdar í teim ovastu hæddunum í Handilskjarnanum, og ætlanin er at byrja virksemi her 1. mars.