Bitland til verka!

Eitt vælmanna lið av føroyskum fyritøkum hevur í dag stovnað fyritøkuna Bitland, við hjánavninum The Bitland Enterprise. Endamálið er at stimbra nðskapan og altjóðagerðan innan tøknivinnu í Føroyum.

Tólv fyritøkur og feløg hava í dag stovnað smápartafelagið Bitland. Stovnararnir eru: Sparikassagrunnurin, Føroya Tele, Atlantic Airways, Formula.fo, Elektron, Sam-teld, Atlantic Airways, Atlants Tøkni, Data Qualiy, Simprentis, Sansir og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Í nevndina fyri felagið blivu vald: Tróndur Djurhuus, formaður, menningarstjóri í Føroya Tele, Petur F. Zachariassen, formaður í Sparikassagrunninum, Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, Henrik Hansen, menningarstjóri hjá Canon og Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis. Nevndin hevur sett Ólav Gregersen sum stjóra í Bitland.
Bitland hevur sum endamál at stimbra nðskapan og altjóðagerðan innan tøknifyritøkur í Føroyum. Ætlanin er at røkka endamálinum við at fáa í lag størri samstarv millum fyritøkur og stovnar, sum vilja KT vinnumenning í Føroyum.
Harumframt fer Bitland at gera føroysku vinnuna varuga við fyrimunirnar við at skapa netverk út um landoddarnar, so at fremstu útlendsku tøknifyritøkurnar fáa hug at royna og menna nðggja nðtslu av tøkni í Føroyum í tøttum samstarvi við føroyskar fyritøkur og stovnar.
Bitland hevur eisini sett sær fyri at lætta um tilgongdina at seta í gongd størri verkætlanir,, har føroyskar fyritøkur og almennir stovnar samstarva við altjóða virkir. Í hesum sambandi verður eisini ein uppgáva at marknaðarføra Føroya og føroyskar fyritøkur í altjóða høpi.
Tróndur Djurhuus, nevndarformaður sigur: "Bitland skal stimbra nðskapan innan kunningar- og samskiftisvinnu í Føroyum og skapa karmar fyri altjóða netverk, herundir at stuðla upp undir at byggja upp vinnusamstarv og tøkniligan vitanarflutning millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.
Vónandi fer Bitlandi á henda hátt at viðvirka til búskaparligan vøkstur gjøgnum bøtt kappingarførið, mentum hugflogi og stigtakan og fyrimyndarligari gagnnðtslu av tøkni í Føroyum, til gagns fyri alt samfelagið".
Nevnd og stjórn eru farin til verka at leggja nágreiniligar ætlanir fyri virksemi.


Um spurningar eru, ber til at venda sær til:

Ólavur Gregersen, 223978
Teldupost: olavurgregersen@agip.fo