Bitland skal standa sína roynd

Ítøkiligur politikkur er settur á víðsjónirnar. Bitland bjóðar fram tænastuveitingar, og nú ræður um at fáa sáttmálar í hús við føroyskar fyritøkur. Málið er at fáa eyguni hjá útlendingum upp fyri Føroyum

Samanborið við stórhavið eru Føroyar sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála, skrivaði okkara heimskendi William Heinesen. Men sæð undir sjóneyku er sandkornið ein heilur heimur við fjøllum, húsum og fólkum. Eitt heilt land, sum hevur eitt virkið vinnulív, streymandi samskifti, víðfevnt vegasamband og eina politiska skipan, har stutt er millum borgarar og politikarar.

Hesar fyrimunir kann føroyskt vinnulív gagnnýta. Vit kunnu bjóða altjóða tøknifyritøkum hendan vegin og fáa samstarv í lag, sum báðir partar kunnu gera sær dælt av. Útlendingar fáa eina royndarstovu, og føroyingar skapa vøkstur og útflutning við nýskapan.

Hetta er víðsjónin Bitland, sum nú eisini er vorðin ein fyritøka. Stjórin eitur Ólavur Gregersen, og hann vónar, at KT-stevnan fer at virka við til, at Bitland fær gjørt nakrar tænastusáttmálar við føroyskar fyritøkur. Á ein hátt er tað ein royndarsteinur hjá Bitland. Tað er ikki nóg mikið, at fólk halda, at Bitland er ein góð hugsjón. Føroyskar fyritøkur mugu taka undir við tí, annars gevur Bitland onga meining.
Til ber at stovna tvey sløg av tænastusáttmálum. Annar kostar 10.000 krónur, og hin kostar 60.000 krónur um árið. Fyri 10.000 krónur kemur tú í Bit-klubban, sum gevur atgongd til ta vitan, sum Bitland fær. Tú fært eisini avsláttur til øll tiltøk, sum Bitland skipar fyri, og avsláttur av ráðgeving. Harafturat kemur tú við í ein førleikabólk. Fyri 60.000 krónur fært tú meira. Tú fært sjálvandi alt tað, sum limir í Bit-klubbanum fáa, men harumframt fært tú ókeypis ráðgeving, sum einamest snýr seg um at fáa eina ítøkiliga verkætlan at koyra.

Bitland, ið byrjaði sum ein verkætlan, er sostatt vorðin ein fyritøka, sum bjóðar fram tænastuveitingar til føroysk virki. Tænastuveitingarnar skulu birta nýskapan og stuðla undir altjóðagerð. Bitland fer harumframt at fáa nakrar Bitland-ambassadørar, sum skulu skapa netverk og breiða kunnleika um Bitland uttanlands. Somuleiðis verður ein ráðstevna fyriskipað í Føroyum í august-september, sum hevur til endamáls at lýsa nýskapan sum lykil til búskaparligan vøkstur.

Bitland arbeiðir út frá sjónarmiðinum, at við fyrimyndarligari gagnnýtslu av tøkni kunnu føroyingar skapa virði, bæði fyri seg sjálvar og onnur. Bitland hevur stungið í kortið nøkur fokusøki, sum verkætlanir í Bitland-høpi skulu halda seg innanfyri. Tey eru: Sporføri, e-learning, infotainment, fiskivinnutøkni, biotøkni, orka og umhvørvi, talgildar undirskriftir, elektroniskar patientjournalir og e-government.
Stovnað: 2003/04
Stjóri: Ólavur Gregersen
Virksemi: Tænastuveitingar til KT-fyritøkur við tí endamáli at eggja til nýskapan og altjóðagerð