Tað eru daprar útmeldingar, sum koma í hesum døgum. Vit eru við at fiska niður fleiri av okkara fiskastovnum, oljan er vorðin so dýr, at tað kann ikki løna seg at veiða, skip verða løgd, virki lata aftur og soleiðis kundi verið hildið fram. Døpur útlit fyri partar av vinnuni, um somu tíð sum tað eisini eru glottar. Sundaberg komin heim við fullari last eftir bara seks vikum.
Seinasta tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni er rættiliga alarmerandi. Vit mugu gevast ella avmarka munandi um veiðuna eftir ávísum fiskasløgum. Samtíðis mæla bæði politikarar, búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar til at minka um partar av fiskiflotanum. Stjórin á Fiskirannsóknarsstovuni ávarar so staðiliga og vísir á, at vit eru við at koyra okkum út av eggini. Samstundis stríðast Faroe Seafood og aðrar vinnufyritøkur á landi fyri at yvirliva.
Um somu tíð eru tó eisini ljósglottar fyri framman. Tað eru útlitini fyri, at aðrar alternativar vinnur kunnu mennast. Hetta vita vit tó tekur tíð. Men tað er umráðandi, at tað ikki bara verður fokuserað uppá fiskivinnuna, hóast hon er høvuðsálitið. Vit mugu brúka orku eisini til at finna nýggjar gongdar vinnuleiðir. Og her er Bitland samtakið eitt av svarunum. Felagsskapurin roynir at birta lív í nýggjar vinnur her á landi. Samvit er enn ein íbirtari. Stovnurin roynir at samskipa og menna ferðavinnuna. Ì triðja lagi kunnu vit taka fram Jarðfeingi, sum roynir at fremja oljuleitingina við Føroyar, og sum er enn ein roynd at gera okkum minni heft at fiskivinnuni.
Spurningurin vil altíð vera í hvønn mun samfelagið vil brúka orku uppá at birta lív í nýggjar vinnur. Hetta er ein spurningur um hugburð og hugflog, um treysti og vilja, um at tora at bróta upp úr nýggjum. Privatu fyritøkurnar megna hetta ikki einsamallar. Her er tað sera umráðandi, at tað almenna vil spæla við og ikki sparir á økjum, sum seinni kunnu gerast týðandi partur av búskapinum. Bitland, Samvit og Jarðfeingi eru bert trý ítøkilig dømi um felagsskapir og stovnar, sum vit hava nógv brúk fyri – meina vit nakað við tað at fáa samfelagnum fleiri búskaparlig bein at standa á.