Bitland nevndin vald

Tólv føroyskar fyritøkur og stovnar stovnaðu hósdagin smápartafelagið Bitland

Smápartafelagið Bitland varð stovnað hósdagin, og menningarstjórin á Føroya Tele varð valdur til nevndarformann. Stjóri í Felagnum er Ólavur Gregersen.
Talan er um feløg alt frá flogfeløgum til Arbeiðsgevarafelagið, sum hava stovnað partafelagið Bitland, ið hevur til endamáls at stimbra nýskapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum.
Nevndarformaður í Bitland er Tróndur Djurhuus, menningarstjóri á Føroya Tele. Nevndarlimirnir eru Petur Zachariasen, formaður í Sparikassagrunninum, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, Wilhelm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum, Henrik Hansen, menningarstjóri hjá Canon og Ólavur Ellefsen, stjóri í Semprentis.
Ólavur gregersen, stjóri í Bitland, sigur í tíðindaskrivi, at nevnd og stjórn nú eru farin til verka at leggja nágreiniligar ætlanir fyri virksemi felagsins.