Bitland hevur nú víðkað skrivstovufelagskapin til at fevna um tríggjar bygningar við meira enn 1100 fermetrum í Miðbýnum í Havn. Móttøka er í dag.
Hetta gevur rúm til umleið 50 skrivstovupláss. Við hesum livir felagsskapurin upp til sítt heiti: Bitland byggir land.
Í dag verður hetta markerað og hátíðarhildið í sjálvum hjartanum á Bitland, sum eru tvær tær ovastu hæddirnar á Handilskjarnanum í Havn. Umframt hesar báðar hæddirnar húsast skrivstovufelagsskapurin eisini í ovastu hædd í grannabygninginum, har Telebúðin heldur til og í tveimum hæddum í Tórsgøtu 17.
Undir Bitland paraplyini húsast ikki færri enn 15 fyritøkur við 35 fólkum. Pláss er tó fyri 50 fólkum. Tað eyðkennir fyritøkurnar, at tær eru ungar og eru fyrst og fremst inovativar og nýskapandi umframt at flestu teirra hava ein marknað uttanfyri Føroyar.
Móttøka er í Handilskjarnanum í dag frá 15 til 17. Stjóri í Bitland er Ólavur Gregersen.