Mánadagin varð ein ársgomul genta á Sandi bitin í hondina av einum hundi. Bi.tið var ikki álvarsligt
Mamman var kvik og tók mynd av hundinum, og tí bar til at finna fram til, hvør hundurin var.
Aftaná var dúgligt orðaskifti á Facebook um hendingina. Summi hildu tað vera skeivt at melda, onnur mæltu til at skjóta hundin, og onkur helt, at Sands kommuna átti at hava hundafangara.










