Bitið á skeivan enda

Tað er ikki heilt óvanligt, at hemari bítir á, men tað er vanliga í tí endanum, har kjafturin er

Ein sjómaður kann koma út fyri so mangt. Og fáir munnu teir sjógarpar vera, sum ikki vita okkurt forkunnugt at siga frá á sjónum.

Herfyri var Agnar Nielsen í Vestmanna úti fyri nøkrum heldur óvanligum, tá hann fiskaði hemara.

Tað var ikki so løgið, at tað beit á hjá honum, men tað púra óvanliga var, at hemarin »beit á« í skeivum enda. Hann hevði nevniliga vavt húk og teym um stertin og var blivin fastur.

Øll, sum hava verið á seiðabergi og pilka, og hava krøkt ein seið nærhendis stertinum, vita, hvussu nógv ein so lítil fiskur setir á. So vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu nstríggið tað man vera, at fáa ein 450 punds hemara inn, sum er krøktur á henda hátt.

Tað tók eisini Agnari hálvananan tíma at fáa fiskin innanborða. Tá hevði hann verið tríggjar ferðir á borði, fyri síðani at renna út við allari 250 metra longu línuni.

Tað var seinasta fríggjadag, at Agnar fekk hendan hemaran, sum vigaði 446 pund og var 240 sentimetrar langur.