Bispur vil ikki hava kirkjuskatt

Grønlendski biskupurin, Sofie Petersen, tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at lata grønlendsku kirkjuna hava sína egnu umsiting. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, segði í sínari nýggjársrøðu, at landsstýrið fer at loysa kirkjuna frá teimum politisku skipanunum.

Í dag hevur stovnurin Styrelsen for Kirke umsitingina hjá kirkjuni, men Sofie Petersen sigur við KNR, at kirkjan vil fegin átaka sær umsitingina.

Hon sigur, at kirkjan kann kortini ikki klára seg uttan almennar pengar, men leggur afturat, at hon vil helst sleppan undan, at grønlendingar skulu rinda kirkjuskatt.