Bispur vil einki siga

Hvørki bispur ella prestar vilja gera viðmerkingar til orðini hjá Olofsson í blaðnum í gjár

Hans Jacob Joensen, bispur, vil ongar viðmerkingar gera til orðini hjá Peter O. K. Olofson í blaðnum í gjár.

Olofson hevur gjørt støðuna upp, eftir at ein tíð er fráliðin síðani donsku bispavitjanina í Føroyum á hvítusunnu.

Olofson heldur, at fólkakirkjan verður til eina sekt, sum villleiðir fólk, tí hon lovar umboðum fyri Sodoma og Gomorra inn í kirkjuna at prædika.

Hann heldur, at bispur og teir 15 prestarnir, sum tóku undir við at donsku bipsarnir skuldu sleppa prædika í kirkjum í Føroyum, eru samsekir í villleiðingini.

Bispur sigur seg einki hava at siga til hesi orð, og prestar, sum Sosialurin hevur verið í sambandi við, vilja heldur ikki svarað Olofson.