TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jógvan Fríðriksson, bisp í sendingini "Hvonn Live", sum send á Rás2.
Tað er ókent fyri mong, at Føroya bispur á sinni var ein knáur hondbóltsspælari í StÍF, sum kanska hevði verið ein landsliðsspælari, um ikki VÍF, Neistin og Kyndil høvdu havt so góðar málverjar seinast í 1970-unum. Seinni vandi Jógvan Fríðriksson yngri spælarar, sum blivu føroyameistarar seinni. Jógvan Fríðriksson hevur enn eitt stórt hjartað, sum bankar fyri StÍF.
Hilmar Jan og Jógvan Fríðriksson numu eisini við tey 30 árini Jógvan Fríðriksson hevur verið virkin, sum prestur, og sum bispur.