Bispur prædikar fyri útisetum

Sunnudagin vitjar Bispur í Hans Egede Kirkjuni í Eysturbrúgv, har føroyskir útisetar halda til

Síðani 1 januar í ár hevur Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn hildið til í Hans Egede Kirkjuni í Vardegade 14 á Eysturbrúgv. Kirkjan liggur eitt stórt hanagleiv frá Nordhavn Station og leið 18, og hølisviðurskiftini til ymisk tiltøk eru sera góð.

 

Føroysku guðstænasturnar eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum, umframt annan joladag, tá Danmarks Radio eisini sendur guðstænastuna kl. 16:03, og fyrsta páskadag og fyrsta hvítusunnudag. Kirkjugongdin er altíð kl. 14:00, og tá guðstanastan er av, bjóðar kirkjuliðið til ein drekkamunn og hugnaprát í meinigheitshølunum.

Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn er partur av donsku fólkakirkjuni og Holmes provsti. Men nú verður kirkjuliðið eisini í stórri mun eitt samstarv millum donsku og føroysku fólkakirkjurnar, og tað er í hesum sambandi, at aðalfundurin fær vitjan av leiðsluni í føroysku fólkakirkjuni.

Í samband við guðstænastuna nú sunnudagin 17. novembur prædikar Jógvan Fríðriksson biskuppur, og kirkjuliðið bjóðar til ein drekkamunn í meinigheitshølunum.