Dagurin er hátíðarligur, og løtan í kirkjuni stórbar. Hátíðarhildið verður, at Føroyar vórðu kristnaðar, og hevur hetta sítt hæddarpunkt m.a við Gudstænastu í Dómkirkjuni á ólavsøku.
Løtan er serstøk, og eigur tí at farast um, sum nakað serstakt. Til hesa stórbaru løtu hevði tað sømt seg, at evsti myndguleiki Fólkakirkjunnar prædikaði - heldur enn, sum siðvenja hevur verið, at ein av teimum yngstu og minst royndu skal áleggjast hesa uppgávu.
Nýggir kustar feiga best, verður sagt. Og alt gott um teir! Men teir yngstu prestarnir hava ikki tann myndugleika, sum ein bispur hevur. Bispur hevur við sínum embæti og áralangu royndum evnini at samla fjøldina eina løtu sum hesa. Og bara tað, at tað varð bispur, sum prædikaði hendan dagin hevði givið løtuni ta tign, hon hevur uppiborið.
Í ár varð eg provokerað av einum parti av prædikuni. Næsta ár verður kanska onkur annar provokeraður. Alt gott um at verða provokerað, men provokatión hevur eisini sína tíð. Haldi ikki, at løtan í dómkirkjuni á ólavsøku skal brúkast til at skilja fólkið sundur. Tað sømir seg hesa løtuna at samla fólkið. Tað er eisini uppgávan hjá bispi at verða savnandi, og tað dugir hann. Harvið er ikki sagt, at eg eri samd við bispi í øllum etiskum málum, - minni enn so! Men bispur er við sínum mátti og myndugleika, hann, sum hevur vísdóm og royndir, sum skulu til eina samlingsprædiku á ólavsøku.
Sjálvandi veldst tað eisini um bisp, og bispar kunnu frá eini tíð til aðra verða meira og minni væl dámdir. Hinvegin tryggjar skipan okkara, sum velur bispin, at útnevndi verður væl vigaður og mettur av teimum mongu, sum skulu velja. Tá ið hann so einaferð er komin um nálareygað, eru tí stór sannlíkindi fyri, at útnevndi bispurin, hevur teir eginleikar, sum fjøldini dámar, og sum sømir seg evsta og savnandi myndugleikanum hjá almennu fólkakirkju okkara.