Myndarøð: Bispur mátti troysta mammu Pape

Henrik Stubkjær, bispur, merkti eitt serligt huglag í dómkirkjuni í Viborg, tá Søren Pape Poulsen var kórsettur.

Henrik Stubkjær, bispur, kendir Søren Pape Poulsen. Teir báðir sótu saman í stýrinum fyri Mølrup Optagelsseshjem. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Sum bispur hevur Henrik Stubkjær havt nógvar jarðarferðir, og á tann hátt var tann hjá Søren Pape Poulsen bara ein í røðini.

Kortini sigur bispurin í Viborg Stifti, at hátíðarløtan í dag var nakað serligt.

– Tað var eitt rørandi huglag merkt av nærleika. Fólk komu í kirkjuna fyri at finna vón í tí vónleysa. Fólk stuðla hvør øðrum.

– Tí royndi eg at boða kirstnu vónina, sum eg veit, at Søren livdi uppá. Tað er tað, vit kunnu bera honum í deyðanum, og vit onnur kunnu liva víðari í somu vón, greiddi hann síðani frá.

Henrik Stubkjær mátti ávegis troysta mammu Søren Pape Poulsen, sum at enda fór upp til kistuna og legði seg yvir hana í sorg um deyða sonin.

Ein fangandi løta, sum ikki var planløgd, men sum sambært bispinum sjálvandi skuldi vera pláss fyri.

 

##med2##

– Eg veit jú, hvussu hart tað hevur rakt foreldrini hjá Søren. Hann var einasta barn teirra, og eg skilji væl, at tað er trupult hjá teimum at siga farvæl.

– Tað er okkurt skeivt í at foreldur skulu fylgja børnum sínum til gravar, sigur bispurin.

##med3##

Ávegis í røðu síni sendi hann eitt vælmeint slag til politikararnar og fjølmiðlunum, sum eftir hugsan bispsins áttu at umhugsað, hvussu illa tey fara við hvørjum øðrum og teimum fólkavaldu.

– Eg veit, at Søren stríddist fyri einum góðum tóna millum politikarar, men eisini í miðlunum. Tí haldi eg eisini, at tað kundi verið hóskandi við eitt sindur av umhugsni.

##med4##

– Hvussu er tað, vit fara við okkara fólkavaldu politikarum, sum stilla seg fram og stríðast fyri landinum, sum vit elska og liva í?

– Tí havi eg stóra virðing fyri, og tað haldi eg eisini, at vit skylda teimum. Kanska eisini í størri mun, enn vit gera beint nú, segði Stubkjær sum grundgeving fyri lyfta fremstafingrinum.

Henrik Stubkjær kendi Søren Pape Poulsen, sum búði nærindis dómkirkjuni og ofta gekk í kirkju. Teir sótu saman í stýrinum fyri Møltrup Optagelseshjem, ein stovnur fyri heimleys.

/ritzau/

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

##med37##

##med38##

 

 

Henrik Stubkjær, bispur, kendir Søren Pape Poulsen. Teir báðir sótu saman í stýrinum fyri Mølrup Optagelsseshjem. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Foreldrini hjá Søren Pape Poulsen, Ruth og Svend Poulsen Myndir: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix