Katólski biskupurin í polska høvuðsstaðnum Warszawa, Piotr Jarecki, varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í morgun.
Løgreglan sigur, at bispur rendi á ein telefonsteyra, og tá hann fekk boð um at blása í ballónina, vísti tað seg, at promillan hjá honum var 2,5.
Hámarkspromillan í Póllandi er 0,2, og bispur kann nú vænta sær upp í tvey ára fongsul fyri at hava koyrt fullur, skriva polskir fjølmiðlar.