Í dag klokkan 15 skipar Ættarbandið fyri almennum fundi á Hotel Norð á Viðareiði. Tað verður Jógvan Fríðrikson, bispur, sum fer at hugleiða um Ónagerði og annað sum hevur tilknýti til Viðaraeiði
Ónagerði er gamal búðstaður, og nógvar søgur eru um at har hevur verið ófriðaligt at búð, tí fólk hevur gingið aftur.
- Øll áhugað eru vælkomin og vit væntað at síggja nógv fólk, siga fyrireikararnir.