? Eg havi sjálvsagt mínar meinginar um kirkjuálitið. Men tær fært tú ikki at vita.
Hetta eru boðini frá Hans Jacob Joensen, Føroya bispi, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um nýggja álitið um, hvussu yvirtikna føroyska fólkakirkjan skal skipast.
? Umvegis Ríkisumboðið havi eg fingið boð frá donskum kirkjumyndugleikum um, at eg ikki skal blanda meg í málið um yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Eg skal ikki koma við ráðum og eg skal ikki gera viðmerkingar. Og hesi boð má eg halda meg til, sigur Hans Jacob Joensen.
Tveir bispar
Kirkjuálitið mælir til, at Føroyar verða býttar upp í tvey bispadømi, eitt norðara og eitt syðra. Sostatt skulu vit hava tveir bispar og tvey bispasæti. Mælt verður til, at markið millum bæði bispadømini verður Hórisgøta í Suðurstreymoy.
Tey, sum hava skrivað kirkjuálitið halda, at tað er ein fyrimunur at hava tveir bispar. Tí so kunnu hesir báðir tosa saman um trúðarspurningar. Arbeiðsbólkurin heldur, at hetta tryggjar, at fleiri sjónarmið verða lýst í einum máli.
Tvífaldur kirkjuskattur
Fyri at fíggja føroysku fólkakirkjuna, mælir arbeiðsbólkurin til, at kirkjuskatturin verður meira enn tvífaldaður úr 0,3 prosentum til 0,7 prosent.
Tað kostar 29,3 milliónir krónur at reka føroysku kirkjuna. Men í verandi støðu rinda danir 13,2 milliónir krónur av hesum. Tá kirkjan verður yvirtikin, gevast danir sjálvsagt at rinda hesa upphædd. Og tí mælir arbeiðsbólkurin til, at kirkjuskatturin verður hækkaður, so vit fáa peningin inn tann vegin.