Orð og myndir: Dávur Winther
Í gjár kl. 15 stóð á skrá, at Jógvan Fríðriksson, bispur hugleiður í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, og at Marjun Lómaklett, prestur leiðir løtuna.
Bispur byrjaði við at hugleiða um góðu og hugnaligu dagarnar í Ónagerði og annars at vera nær knýttur at Norðoyingum í seks ár sum prestur. Her lærdi hann nógv, og hann metti seg sum ein betri prest eftir tíðina saman við Norðoyingum.
Hann kennir øll andlitini her norðuri, tó at hann kanska ikki altíð kundi seta navn á tey. Í huganum var hann hvønn dag her norðuri, tó at tað kanska var ov sjálvdan, at hann var her. Tí var tað deiliga hugaligt at koma norður til løtu sum hesa í kirkjukjallaranum, eisini tí at tað var møtt nógv fólk upp til løtuna.
Síðani tók Jógvan Fríðriksson, bispur bókina, Ljós um lond og niðu, sum hann hevur skrivað, fram, og læsa eina frásøgn um føstuna úr henni.
Væl av fólki var til hugnaløtuna í kirkjukjallaranum, har eisini varð boðið til ein góðan drekkamunn og prát aftaná.