Bispur er fyrst og fremst prestur

Sandsprestur Jákup Reinert Hansen, sum næstan hevur eins drúgvur í tænastu í Todnesi sum navnframu undanmenn hansara Harra Klæmint og Kálvur lìtli vil hava luftforandring, og tí stillar hann eisini upp til bispavalið

Jákup Reinert Hansen

 

 

 

Nýggja sætið hann tráar eftir er bispagarðurin í Jóanesar Patursonargøtu og hann ætlar ikki at grógva fastur í bispagarðinum. Ferðabúnin skal verða hansara vanligasti búni.

- Bispur er fyrst og fremst ein prestur og hann skal boða Guds orð. Hann skal ganga í svørtum kjóla og pípukraga til dagligt, helt Jákup Reinert Hansen, tá íð hann helt valrøðu á valfundinum til bispavalið leygardagin í Læraraskúlahøllini og her vísti hann á hvat Jákup Joensen, sáli, próstur, helt um bispaembætið.

Jákup Reinert Hansen tosaði um teir ymsu búnarnar bispaembætið er latið í.

- Bispur er eisini umsitari av kirkjuni. Og til hesa tænastu nýtir hann bispakjólan og bispakápuna. Bispur eigur at verða ílætin til eina góða kirkjuliga leiðslu. Men hann má ongantíð gloyma hvat hann fyrst og fremst er, nevniliga prestur.

- Eg síggi fyri mær, at bipur er ógvuliga sjónligur í landinum og ikki minst millum okkum prestar, okkum tørvar tætt samstarv við bisp og persónligt samstarv við hann, segði sandsprestur millum annað á valfundinum.