Bispur: Eini nógv øðrvísi jól

Frælsið hjá kirkjuni at virka hevður verið skert í koronutíðini – men tað eru onnur enn kirkjan, sum hava liðið fíggjarliga, sigur bispur

 

– Nógv fólk plaga at vera í kirkju á jólum, bæði jólaaftan og jóladag. Men hesaferð verður øðrvísi, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Ongar gudstænastur vera í dag og í morgin jóladag. 

– Men við góðum samstarvi við Kringvarpið, so hava vit sjónvarpsgudstænastu bæði jólaaftan og jóladag, sigur bispur.

Í dag verður tað Ann Dahl Hansen, prestur, sum prædikar, og í morgin verður tað bispur sjálvur, sum hevur gudstænastuna í dómkirkjuni, Havnar kirkju.

Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen á FM1 hevði við bisp í gjár.