Mikudagin 19. september kl. 19.30 fara valevnini, sum bjóða seg fram at verða Føroya komandi bispur, at greiða almenningi frá, hví tey vilja átaka sær hetta tignarliga embæti Nú tað er greitt, hvørji tey fimm valevnini eru, sum stilla upp til bispavalið í næstum, verður skipað fyri almennum trapputingi í Miðlahúsinum 19. september klokkan 19.30. Nøvnini á valevnunum eru kunngjørd í dag, og tey eru: Marjun Bæk, Jógvan Fríðriksson, Jákup Reinert Hansen, Bergur Debes Joensen og Uni Næs.
Nú leygardagin verður annars fundur á Læraraskúlunum, sum kirkjuráðini skipa fyri. Á fundinum, sum ikki er almennur, fara valevnini at greiða kirkjuráðslimum og prestum frá sínum sjónarmiðum og metingum.