FÓLKAKIRKJAN
Um hálvan juli verður eisini ein dagur ásettur, nær síðsta freist at boða frá valevnum til biskupsvalið verður. Hetta veit Trúboðin at siga. Væntandi verður hendan freist einar tveir mánaðir seinni, tvs. umleið hálvan september. Fyri at stilla upp skal eitt valevni hava í minsta lagi 50 og í mesta lagi 150 stillarar. Bert kirkjuráðslimir og prestar kunnu velja bisp. Tað er danska kirkjumálaráðið, ið útskrivar valið, men av tí at Fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku skal Mentamálaráðið taka sær av gongdini eftir yvirtøkuna.
Hans J. Joensen, bispur, hevur boðað frá, at hann fer úr embætinum 30. november í ár.