Bispar ósamdir við stjórnina

Danskir bispar halda tað vera skeivt av stjórnini at lóggeva um, hvørjum klæðum dómarar skulu vera í, tá teir eru í rættinum Danska stjórnin samtykti í gjár at broyta rættargangslógina, soleiðis at dómarar fáa forboð ímóti at vera klæðum ella at hava tekin uppi á sær, sum staðfesta teirra átrúnað. Eitt nú skal ein kristin dómari ikki hava kross um hálsin.

Avgerðin hjá stjórnini er beint ímóti tí, sum Birthe Rønn Hornbech, ráðharri í innflytaramálum, hevur sagt og skrivað, og nú fær homn stuðul frá í hvussu er tveimum av landsins bispum.

-Eg eri samdur við Birthe Rønn Hornbech í, at Fólkatingið skal ikki lóggeva um átrúnaðarlig tekin ella klædnabúna, og harafturat er tað óneyðugt eftir mínum tykki, sigur bispurin í Keypmannahavn, Erik Normann Svendsen, við danska kringvarpið.

Tað sama sigur bispurin í Viborg, Karsten Nissen, við DR.