Biskupurin í Viborg prædikar í Klaksvík

Hóast prestar og kirkjuráð í Christianskirkjuni hava sýtt Karsteni Nissen, biskupi í Viborg, at prædika í kirkjuni annan hvítusunnudag, boðar Føroya biskupur frá, at danski biskupurin fer at prædika har hendan dagin

Karsten Nissen, biskupur í Viborg fer at prædika í Christianskirkjuni annan hvítusunnudag klokkan 11.oo.

Hesum boðaði Føroya biskupur, Hans Jacob Joensen, frá í gjár.

Karsten Nissen hevði annars fingið durafjórðingin frá parti av kirkjuráðnum í Christianskirkjuni og prestunum í Norðoya vestara prestagjaldi. Men hesi viðferð mótmæltu fleiri enn 600 kirkjufólk í Klaksvík, umframt at fleiri av hinum føroysku prestunum søgdu seg vera ósamdar við avgerðina.

Í telefaksi, sum sent er frá Føroya Stiftsstjórn, biskupsskrivstovuni, eftir aftirlatingartíð fríggjadagin, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, frá, at Karsten Nissen, biskupur í Viborg, kortini fer at prædika í Christianskirkjuni annan hvítusunnudag.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá bispi um, hví avgerðin hjá lokalu kirkjumyndugleikunum í Klaksvík nú er broytt.

Heldur ikki prestarnir í Klaksvík vóru at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar, og av kirkjuskrivstovuni í Christianskirkjuni varð upplýst, at har vóru eingi boð komin.