Biskupur vil til hondbólt

Danska Kristeligt Dagblad hevur gjørt eina samrøðu við nýggja biskupin í Føroyum, Jógvan Fríðriksson, og í blaðgreinini verður Fríðríksson millum annað spurdur um, hvørja njóting hann loyvir sær um vikuskiftini.

Fríðriksson nevnir sjálvandi, at hann er í kirkju sunnudag, men seinnapartin er hann altíð til reiðar at hyggja eftir hondbólti, sum hann hevur stóran áhuga fyri. Fríðriksson sigur, at felagsskapurin kring hondbóltin er nakað heilt serligt.