Andstøðuvalevnið Fernando Lugo vann um vikuskiftið forsetavalið í Paraguay. Sigurin var greiður. Fernando Lugo fekk 41 prosent av atkvøðunum, meðan valevnið hjá í konservativa Coloradoflokkinum, Blanca Ovelar, fekk 31 prosent. Eitt triðja valevni, fyrrverandi generalurin Lino Oviedo, fekk umleið 20 prosent.
Coloradoflokkurin hevur havt valdið í Paraguay í 61 ár uttan steðg, harav tann illa gitni einaræðisharrin og Alfredo Stroessner ráddi í 35 ár.
Blanca Olevar vónaði, at hon kundi fáa heiðurin sum tann fyrsta kvinnan í forsetaembætinum í Paraguay, men í nátt mátti hon ásanna, at tað verður hon í hvussu er ikki á hesum sinni. Samstundis ynskti hon Fernando Lugo tillukku við sigrinum.
-Í dag hava vit ein dreym um eitt øðrvísi land, eitt Paraguay, sum fólk skulu minnast fyri annað enn korrupsjón og fátækradømi, segði Fernando Lugo, tá tað var greitt, at hann hevði vunnið valið.
-Hetta úrslitið vísir, at tey smáu í samfelagnum kunnu eisini vinna. Hetta er tað Paraguay, sum eg droymi um - eitt Paraguay við nógvum litum, nógvum andlitum, eitt Paraguay fyri øll, segði Lugo, meðan viðhaldsfólk í túsundatali fagnaðu honum í miðbýnum í høvuðsstaðnum Asunción.
Biskupur teirra fátæku
Tann 56 ára gamli Fernando Lugo er fyrrverandi katólskur biskupur. Hann hevur í mong ár verið talsmaður fyri tey fátæku í Paraguay, og hetta hevur givið honum heitið "Biskupur teirra fátæku".
Undir valstríðnum hevur hann lovað fólkinum størri sosialt rættvísi og at berja ta umfatandi korrupsjónina niður. Hann hevur lovað at umskipa ognarviðurskiftini til landbúnaðarjørðina, soleiðis at smábøndurnir skulu fáa betri rættindi. Í Paraguay er tað so, at tað eru nøkur fá múgvandi, sum eiga tað mesta av jørðini.
Hansara mótstøðufólk hava roynt at tengja hann at vinstrasinnaðum leiðarum sum Hugo Chávez í Venesuela og Evo Morales í Bolivia, men sjálvur sigur Fernando Lugo seg vera óheftan, og hann leggur dent á, at Paraguay skal finna sína egnu leið.
Misti heitið
Hvussu er og ikki, so hevur Fernando Lugo mist heitið sum biskupur, tí hansara politiska virksemi fall ikki í góða jørð í Vatikaninum í Rom.
Hann fór av álvara upp í politikk fyri tveimum árum síðani, tá hann skipaði fyri einari mótmælisgongu, har 40.000 fólk mótmæltu politikkinum hjá sitandi forsetanum, Nicanor Duarte. Aftaná tók hann við sum oddamaður hjá einum vinstraflokki, sum er ein samgonga av bóndafelagsskapum, fakfeløgum og politiskum flokkum.