Biskupur sleppur ikki at steðga signing í kirkjuni

Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

– Herfyri gjørdist greitt, at biskupur ætlaði sær at geva tænastuboð um, at prestar skuldu steðga við at signa pør, sum eru vígd borgarliga. Men hetta sleppur fólkakirkjan ikki, er niðurstøðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. Tó eru biskupur og landsstýriskvinnan samd um, at tá einki formelt føroyskt ritual er, so er ein møguleiki at steðga føroyskari “heimagjørdari” signing av borgarliga vígdum.

 

 

Eftir at broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu endaliga samtyktar, gjørdi biskupur greitt, at hann hevði í hyggju at steðga allari signing av borgarliga giftum í fólkakirkjuni – í øllum førum fyribils. Orsøkin er, at biskupur ætlar at bjóða inn til aðalorðaskifti um fólkakirkjuna komandi vár, og á vári/sumri 2019 ætlar fólkakirkjan at koma við niðurstøðu um signing í kirkjuni, eftir at hjúnabandslógin er broytt til eisini at fevna um tey samkyndu.

 

 

– Tænastuboðini, ið biskupur ætlar at geva sóknarprestunum, hava til endamáls at fáa ró og arbeiðsfrið í kirkjuliga landslagnum. Fáa eitt skilagott orðaskifti, har vit taka okkum stundir at umrøða nýggju støðuna, nú hjúnalagið løgfrøðiliga verður greinað øðrvísi enn klassiska fatanin, ið er løggilt samband millum mann og kvinnu, skrivar Jógvan Fríðrikson, biskupur, í skrivi til Mentamálaráðið.

 

 

Víðari sigur hann, at tað merkir, at biskupur hevur boðað sóknarprestunum frá, at tænastuboð við atliti til signing av borgarliga giftum bæði hinskyndum og samkyndum ætlandi verða givin. Biskupur ætlar, at steðgað verður við signing av borgarliga giftum, meðan kirkjan tey tvey komandi árini viðger spurningin í tí kirkjuliga landslagnum.

 

 

 

Biskupur heitti í skrivinum sent 31. mai í ár á Rigmor Dam, um at gera skjótt av, so biskupur kann senda tænastuboðini út sum fráboðað. Men landsstýriskvinnan er ikki samd við Jógvani Fríðriksson í, at hann kann senda hesi tænastuboð út og soleiðis stegða allari signing av borgarliga giftum.

 

 

 

– Tað er ein rættiliga grundleggjandi liður í verandi kirkjuskipan, at politiska skipanin eftir tilmæli biskups (ið kemur aftan á innankirkjuliga tilgongd) løggildir kirkjuni rituali, sambært §16 í lóg um fólkakirkjuna í Føroyum. Biskupur kann tí ikki við heimildum embæti síns gera nakað, sum í verki hevði verið at tikið eitt løggilt ritual av, skrivar Rigmor Dam í svarskrivi til Jógvan Fríðriksson.

 

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.