Einki kirkjufólk verður til gudstænastuna.
Gudstænastan er løgd til rættis í samstarvi við Kringvarpið.
Fólkakirkjan hevur áður boðað frá, at ongar gudstænastur vera í kirkjunum kring landið vegna koronasmittuna. Hetta er galdandi til og við 2. páskadag, 13. apríl.
Christianskirkjan í Klaksvík stroymar annars andakt á netinum.
Missiónshús og fríkirkjur stroyma eisini á netinum.