Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, letur í næstum úr hondum eina nýggja andaktsbók. Tað upplýsir forlagið VP í tíðindaskrivi í dag.
- Nýggja bókin hevur tittulin Mamman vil tær tað besta, og er um 170 blaðsíður og í stívari permu. Permumyndina hevur Katrin Heinesen í Beiti tikið, upplýsir forlagið í tíðindaskrivinum.
Í fororðinum sigur biskupur millum annað, at tað at skriva lestrar til Vágaportalin hevur verið sær ein fragd og ein gleði.
- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju, skrivar biskupur og leggur afturat.
- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni.
Talan er um triðju andaktsbókina, ið Jógvan Fríðriksson hevur skrivað. Hinar andaktsbøkurnar eru Kertur loga stillar løtur í 2012 og Fevnandi er frelsari mín í 2015.
Sonni Jacobsen hevur uppsett nýggju bókina og gjørt hana klára til prentingar og er tað Clemenstrykkeriet í Hinnerup í Danmark, ið prentar bókina.
Bókin verður útgivin um í oktober/november og er tað forlagið VP, ið stendur fyri útgávuni.