Biskupur: Kvinnan ræður yvir egnum kroppi

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, við Frihedsbrevet, sum hevur spurt hann um abort

 

Eg eri fyri lívinum. Men eg eri ikki býttari enn eitt vist, og eg veit, at fosturtøkur verða framdar og at tær altíð hava verið framdar, og at tær altíð fara at verða tiknar. So sigi eg: ver erligur, ver opin og sannur móti tær sjálvum, og ver sannur í tí, tú ert, so títt lív ikki verður eitt hyklarí.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, við Frihedsbrevet. 

– Og tá avgerðin skal takast, heldur bispur, at bólturin kann bara liggja hjá kvinnuni sum ábyrgdarhavandi yvir egnum kroppi og egnum lívi. 

– Eg eri fyri lívinum og vil kempa fyri, at tað eru so fáar fosturtøkur sum møguligt. Men tá ið tær verða tiknar, so er tað ikki læknin, presturin ella Føroya løgting, sum eigur avgerðina. So er tað kvinnan, sum tekur avgerðina, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet.

Biskupur var eisini gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og Viku í kvøld. Har segði hann, at hann kundi hugsað sær eina 0-hugsjón í sambandi við abort. Men tá tað er neyðugt við aborti, so er tað kvinna, sum eigur avgerðina, segði hann.