Biskupur aftur til Íslands

Fyrr í summar var Jógvan Fríðriksson, biskupur, í Íslandi í sambandi við, at tann íslendska tjóðkirkjan fekk nýggjan biskup.

Nú er biskupur aftur boðin til Íslands at vera hjástaddur sunnudagin, tá Solveig Lára Guðmundsdóttir (myndin) verður vígd og sett í embætið sum vígslubiskupur í gamla bispasætinum á Hólum í Hjaltadali. Vígslan verður í Hóladómkirkju.

Umframt Jógvan Fríðriksson verða biskupar úr Grønlandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Onglandi hjástaddir.

Solveig Lára Guðmundsdóttir er onnur kvinnan, sum hevur fingið biskupsembæti í íslendsku kirkjuni í ár. Tann 27. juni varð Agnes M. Sigurðardóttir vígd biskupur Íslands.