Biskupsvalið: Einfaldari við Einum valumfari

- Er tað rímiligt at hava ein valskipan sum ómakar fólk til eitt seinna valumfar, tá nýggjur biskupur skal veljast?, spyr formaðurin í felagnum fyri Kirkjuráðslimir Fyri løtu síðani byrjaði aðalfundurin í felagnum, her einir 130 kirkjuráðslimir kring alt landið eru møttir til fund.

Í formansfrágreiðing síni, sum verður løgd fram í hesi løtu, spyr hann um tað rímiliga í hesi skipanini, hóast úrslitið frá fyrra umfarinum var rættiliga greitt.

- Slíkt er heldur ikki kostnaðarleyst, vísir Tummas Lauritsen, formaður í felagnum á.

Hann vísti samstundis vil valskipanina í Suðuramerikanska landinum Argentina, har forsetaval var um somu tíð sum biskupsval varð hildið í Føroyum.

Meðan reglurnar í Føroyum líkjast teimum, ið verða nýttar tá forseti skal veljast í Fraklandi, skal forsetin í Argentina hava minst 40 prosent av givnum atkvøðum og skal verða minst 40 prosent frammanfyri nr. 2.

Var ein líknandi skipan nýtt her hjá okkum, hevði biskupsvalið verið væl og virðiliga avgjørt við fyrra valumfari.

Við verandi valreglum hevði valið verið avgjørt við fyrra umfar, um verandi biskupur fekk 5 ½ atkvøður fleiri, ella 11 fólk færri tóku lut í valinum.

Hetta er eitt av málunum, ið ein kann taka upp tá nýggjur biskupur skal veljast einaferð í framtíðini.

(Sosialurin fylgir aðalfundinum, sum verður hildin í Meinigheitshúsium í Havn)