Biskupstorg fer at taka seg væl út

- Miðbýurin er sentralur, og byggingin av Biskupstorgi er nakað, sum allir borgarar síggja og kunnu fylgja við í, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Við 30 íbúðum kring nýggja Biskupstorg í Klaksvík vilja vit geva eitt munagott íkast til framskygdu ætlanina fyri miðbýin, sum Klaksvíkar kommuna hevur stungið út í kortið.

 

Soleiðis siga Bústaðir um verkætlanina, sum nú er í gongd á stóra planeraða økinum inni á vánni í Klaksvík.

 

Lagt verður aftrat, at íbúðirnar kring Biskupstorg, sum byggingin verður rópt, fara at skapa eitt samanspæl við tað nýggja miðbýarøkið.

 

- Tá lunnar eru lagdir undir ein livandi og fjølbroyttan bý, verður hetta íbúgvum og vitjandi til gagns, sigur stovnurin.

 

Bústaðir vísa á, at íbúðirnar eru teknaðar við støði í nýggju miðbýarætlanini í Klaksvík.

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, heldur, at fólk í Klaksvík eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlan, sum Biskupstorg er.

 

- Vit hava nógvar spennandi verkætlanir fyri miðbýin. Miðbýurin er so sentralur fyri okkum, og hetta er nakað, sum allir borgarar síggja og kunnu fylgja við í.

 

Borgarstjórin vísir á, at umframt hesar 30 leiguíbúðirnar, verða umleið 900 fermetrar í veghæddini bygdar til handilshøli.

 

- Saman við teimum umleið 80-90 fólkunum, ið her fara at búleikast, fer Biskupstorg at skapa eitt sprelllivandi umhvørvi.

 

Jógvan Skorheim sigur, at tað var ein treyt hjá Klaksvíkar kommunu, at eitt handilslív eisini verður skapt á økinum, nú íbúðarbygging verður framd.

 

- Eg eri ógvuliga fegin um, at tað, sum tosað hevur verið um her í Klaksvík í eini 30 ár, nú byrjar at koma.

 

Hann vísir á, at restin av miðbýnum er ein longri tilgongd, men nú er so skjøtil settur á, og hann heldur, at fólk sum heild eru ógvuliga fegin og spent.

 

- Jú, hetta er ein spennandi tíð, sum vit nú ganga á møti, og tað verður áhugavert at fylgja byggingini og tilgongdini í miðbýnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.