Fyrradagin varð Rowan Williams vígdur sum tann 104. biskuppurin av Canterbury. Nýggi biskuppurin, sum er ættaður úr Wales, ber orð fyri at hava sínar egnu hugsanir, og hann hevur heldur ikki dult tær. Eitt nú hevur hann funnist at Irak-politikkinum hjá Blair-stjórnini.