Í Noregi eru útlendingamyndugleikarnir troyttir av biskupunum, sum javnan leggja seg út í mál um útlendingar, sum ikki fáa uppihaldsloyvi í Noregi.
Tí hava myndugleikarnir nú biðið biskuparnar tiga, tá tað snýr seg um tílík mál. Í einum brævi siga myndugleikarnir, at biskupurin í Hamar, Rosemarie Krohn, var alt ov kensluborin, tá hon herfyri úttalaði seg um eina somaliska kvinnu og børn hennara, og tveir aðrir biskupar, Odd Bondevik í Møre og Finn Wagle í Tróndheimi, fáa eisini atfinningar, tí teir hava verið alt ov kenslubornir.
Útlendingamyndugleikarnir halda, at orðini hjá biskupunum ofta eru vend beinleiðis ímóti teimum, sum arbeiða við útlendingamálum, og tað vilja myndugleikarnir ikki góðtaka. Biskuparnir hava boðað frá, at teir fara at viðgera brævið frá útlendingamyndugleikunum í næstu viku.