Tveir bretskir biskupar finnast nú hvassliga at Tony Blair, forsætisráðharra, tí hann gjørdi av at fara í kríggj við Irak.
Erkabiskupurin í York, David Hope, sigur við blaðið The Times, at Blair vendi tað deyvað oyrað til, tá hann hóast stóra mótstøðu frá fólkinum gjørdi av, at Bretland skuldi taka lut í álopinum á Irak. Tom Wright, sum er biskupur í Durham, er eisini hvassorðaður. Hann sigur við blaðið, at Tony Blair og amerikanski forsetin, George W. Bush, hava hóreiggjað sær sum tveir, ið tóku heimsins lagnu í egnar hendur.
Tony Blair hevur verið fyri hvøssum atfinningum teir seinastu dagarnar. Beint fyri jól segði hann við BBC, at amerikanarar og bretar hava funnið fleiri prógv fyri, at Irak hevði hópoyðingarvápn, men sunnudagin vísti amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, hesum aftur.