Bisher al-Rawi

Klivi hansara er brennandi heitur um dagin og ísakaldur um náttina. Teppið er tikið frá honum umframt aðrar lutir sum wc-pappír, tannbust og annað

Bisher al-Rawi er 34 ára gamal. Hann er irakiskur ríkisborgari, búsitandi í Onglandi.
Í 2002 skuldi Bisher á tænastuferð til Gambia, men enska fregnartænastan steðgaði honum á Gatwick flogvøllinum. Hann varð tó leyslatin í fyrstu atløgu og fór víðari, men varð handtikin aftur í Gambia.
Í byrjanin varð hann hildin aftur á Bagram, Afganistan, og í mars 2003 varð hann fluttur á Guantánamo-fangaleguna.
Bisher er avhoyrdur regluliga og avhoyringarnar hava í høvuðsheitum snúð seg um sambandið millum hann og Abu Qatada, sum CIA hevur undir ilgruna fyri at fremja yvirgang.
Somuleiðis hevur hann verið skuldsettur fyri, at hava havt lutir til hópoyðingarvápn við til Gambia. Seinni er tað komið fram, at “hópoyðingarvápnini” talan var um var ein battarí-uppløðara.
Bisher verður enn spurdur somu spurningar sum í 2002 og sýtir nú fyri at samstarva. Hetta hevur við sær at hann verður píndur. Klivi hansara er brennandi heitur um dagin og ísakaldur um náttina. Teppið er tikið frá honum umframt aðrar lutir sum wc-pappír, tannbust og annað. Ensku myndugleikarnir hava ikki vilja hjálpt Bisher, tí hann er irakiskur ríkisborgari. Men í apríl í fjør byrjaðu myndugleikarnir at arbeiða fyri at fáa Bisher aftur til Stórabretland. Hetta er ikki eydnast enn.
Ber ótta fyri, at Bisher verður sendur til Irak, har hann er í vanda fyri at verða píndur og fongslaður uttan eitt rættvíst sakarmál. Tí heitir Amnesty á fólk, um at skriva eina heilsan til Bisher.


Ynskir tú at senda Bisher al-Rawi eina heilsan, so er adressan henda:

Bisher al-Rawi;
ISN 906Camp Delta
PO Box 160
WashingtonDC 20053
USA