Birte Rasmussen, sum er av danskari ætt, hevur nomið sær kunnleika í málningalist
líka síðani miðskeiðis í seksti árunum.
Hon hevur luttikið á nógvum framsýningum bæði í Danmark og Føroyum, hon hevur luttikið á Norðoyastevnu framsýningum nakrar ferðir, og eisini luttók hon á framsýningini "Fram í ljósið" hjá Norðoya Sparikassa. Hon hevur millum annað teknað skreytmerkið sum M.B.F. gav út í 1998. Hon vann eisini 1. virðisløn í eini plakatkapping hjá Fyens Sygehuse í 1989.
Birte og maðurin Regin, fluttu til Føroyar í 1994, og búgva nú í Klakksvík.
Framsýningin letur upp leygarmorgunum 4. septembur klokkan 10:00 og er opin allan septembur mánað í vanligari upp og afturlatingartíð hjá Norðoya Kunningarstovu.










