Í annaðkvøld, hóskvøldið verður ein serlig gudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn. Gudstænastan, sum verður klokkan átta í annaðkvøld, er ein vónargudstænasta, og ætlanin við henni er at birta eina vón hjá øllum, sum hava okkurt tungt at bera – ella sum bara vilja hava eina stilla løtu í Guds húsi fyri jólini, siga prestarnir.
Teir siga, at hvør hevur sítt at dragast við, og vit hava øll gott av at steðga á eina løtu at seta av okkum. Á Gudstænastuni verður altargongd og høvið verður eisini at skriva eina bøn, sum prestur biður fyri. Tað ber eisini til at tendra ljós fyri tí, ella teimum, ein hugsar um. Allir tríggir prestarnir, sum eru knýttir at Vesturkirkjuni, eru við , og Argjakórið syngur. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur og tá verður eisini høvi til at fáa eitt prát við ein av prestunum.