Birta lív í kappróðurin hjá útisetum í Danmark

Fýra feløg í Danmark hava sett sær fyri at birta nýtt lív í kappróðrarumhvørvið í Danmark. Hetta skal gerast við at skipa fyri fleiri róðrarstevnum, innandurakappingum og DM-heiti og felags ársveitslu siga limirnir í samstarvsbólkinum

Kappróður

Føroyskur kappróður hevur í nógv ár verið fastur partur av mentunarlívinum hjá føroyingum í Danmark, men seinastu árini hevur áhugin verið minkandi og stevnurnar færri. Tí hava feløgini nú tikið stig til at birta lív í kappróðurin aftur.
Vanliga er hæddarpunktið, tá stevnan í Ishøj verður hildin í juni, men róðrarfólkið hevur eisini árliga ferðast runt í Danmark til Hirtshals og Sorø eins og til Brännö í svenska skergarðinum fyri at rógva kapp og hugna sær.
Seinastu árini hevur harumframt verið ein róður á Norðuratlantsbryggjuni á Ólavsøku.
Men av tí, at áhugin seinastu árini hevur verið minkandi og stevnurnar færri, hevur róðrarfólkið nú tikið annað skinn um bak. Tey hava sett sær fyri at birta lív í kappróðurin aftur, og fýra feløg samstarva nú um framtíðarætlanir.

Fáa ung við
Umframt at øll feløgini skulu skipa fyri einum róðri hvør árliga, verður framyvir skipað fyri regluligum innandurakappingum, eins og hvørt kappingarár skal enda við einari felags ársveitslu.
Endamálið er at geva róðrarfólkunum fleiri møguleikar at kappast, at gera kappingina meira spennandi og venjingina meira motiverandi.
Harafturat verður møguleiki fyri at venja alt árið, tá innandurakappingar eisini verða fastur táttur.
- Eitt mál er at fáa yngri kreftirnar við aftur. Nógv av teimum, sum hava róð í Føroyum áðrenn tey flyta niður velja at gevast ella at fara í donsk feløg. Tað tykist sum tey ungu ikki kenna so nógv til føroysku róðrarfeløgini í Danmark, sigur Ólavur Rasmussen frá róðrarfelagnum Knørrur.
Hann sigur eisini, at ein onnur orsøk til at tey ungu í Føroyum ikki velja føroysku rógvingina kann vera, at rógvingin niðri ikki er á líka høgum støði sum í Føroyum.
- Her er pláss fyri at taka tað meira avslappað, tí fólk hava ofta ikki tíð til at venja so nógv, tá tey lesa niðri. Summi hava slettis ikki róð fyrr, men tað merkir ikki, at støðið ikki kann hækka, sigur hann.

Føroysk mentan
Tey nógvu árini, sum róð hevur verið í føroyskum bátum í Danmark hevur ein serlig mentan verið í kappróðrarumhvørvinum, eins og tað hevur ført til kunning um føroyskan kappróður og føroyska mentan í norðurlondum og øðrum evropeiskum londum við. Í fleiri ár varð róð við føroyskum bátum í Svøríki, eitt tiltak sum var fyriskipað av svium, men sum tíverri er eitt av tiltøkunum, sum er dottið niðurfyri.
Til stevnurnar í Ishøj eru bæði Grønland, Danmark, Svøríki og Ísland umboðaði í rógvingini og tvey tey seinastu árini hevur ein sponsk manning eisini verið við.



Kappróðrarstevnur í 2007:

FelagdatoStað
Tvørábáturin26. majSvanemøllen
Neystið9. juniIshøj
*Føroyingafeløg í Keypmannahavn28. juliNorðuratlantsbryggjan
Knørrur25. augustSydhavn
Sóljan8. septemberSorø

*Ólavsøkuróðurin telur ikki við í kappingini um DM-heitið. Nógv róðrarfólk er heima í Føroyum á Ólavsøku og tí er torført at manna bátarnar.

Innandurakappingar vera í vetrarhálvuni og ársveitsla verður í oktober




Faktabox
Øll, sum hava hug at rógva, eru vælkomin at seta seg í samband við føroysku róðrarfeløgini.

Neystiðwww.neystid.dk
info@neystid.dktlf: 5150 7757Jan

Sóljanwww.ffav.dk
danjoen@privat.dktlf: 2480 2167Daniel

Tvørábáturinwww.faroeboat.dk
info@faroeboat.dktlf: 412302982Andrass

Knørrurwww.knorrur.dk
info@knorrur.dktlf: 6088 0521Ólavur