DNA-prógv eru avgerandi fyri, at ein maður er ákærdur fyri drápið av 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir í Íslandi fyrr í ár. Ein annar maður var í fyrsta umfari eisini handtikin og skuldsettur í málinum, men hann var leyslatin aftur.
Iceland Monitor skrivar frá rættarmálinum, at DNA-slóðir hava verið avgerandi fyri hesari avgerð. DNA hjá Birnu Brjánsdóttir eru funnið á klæðum hjá ákærda, meðan ongar slóðir vóru á klæðum hjá hinum manninum.
Kanningarleiðarin greiddi í rættinum frá, at tað vórðu funnin umfatandi blóðspor í leigaða KIA bilinum, sum tann ákærdi hevði koyrt. Líksýnið av Birnu Brjánsdóttir vísti eisini, at hon var sligin fleiri ferðir í høvdið. Hon hevði brotið nøsina og kjálkabeinið, og hon hevði merki á hálsinum og rundan um eyguni. Líksýnið vísti, at hon var á lívi, tá ið hon varð tveitt í havið.
Løgreglan heldur, at tann ákærdi koyrdi suður um Reykjavík og tveitti Birnu Brjánsdóttir í havið.
Rættarmálið heldur fram.