Birna Brjánsdóttir, íslendska kvinnan, sum varð funnin myrd herfyri, druknaði. Tað var tann endaliga deyðsorsøkin, men samstundis hevði hon eisini skaðar sum vísti, at hon hevði havt okkurt stramt um hálsin.
Tað søgdu keldur í íslendsku løgregluni við fyri miðlum í íslandi sigur íslendska Kringvarpið, Ruv, í gjárvøldið
Men í morgun vil kanningarleiðarin ikki vátta hesi tíðindini, endaliga frágreiðingin um líkskoðanina er ikki liðug, men løgreglan heldur seg hava eina greiða fatan av, hvat er farið fram, men vilja ikki upplýsa akkurát, hvat er farið fram.
Tann eini maðurin, sum varð skuldsettur fyri at hava tikið hana av døgum, varð leyslatin, tí løgreglan hevur sagt, at 20 ára gamla kvinnan varð við sítt fríska lív, tá ið hann fór úr bilinum og umborð á trolaran, Polar Nanoq, har hann var ein av manningini.
Hann hevði leigað ein bil, sum tað er greitt, at Birna Brjánsdóttir hevði verið í, tí tað vóru tekin um harðskap í bilinum, eins og blóð, sum stavaði frá íslendsku kvinnuni, varð funnið í bilinum.
Líkið av Birna Brjánsdóttir varð funnið í ongum klæðum í mølini við Selvogsvita, men eftir at hava kannað streymviðurskiftini eru tey komin eftir, at hon er tveitt á sjógv nakað vestanfyri vitan.
Men tað er ikki greitt, um skuldsetti maðurin visti, at enn var á lívið, tá ið hon varð tveitt á sjógv. Eftir ætlan skal hann avhoyrast aftur í dag.










