Liðfelagarnir hjá Inga Højsted í Birmingham spældu seg týskvøldið víðari í størru ensku steypakappingini
Birmingham megnaði ikki at basa Torquay United í fyrru royndini, og tí varð neyðugt við einum umdysti. Hesuferð hevði Birmingham heimavølli, og tað eydnaðist eisini at vinna á Torquay í aðru syftu.
Støðan var tó 0-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki tók Birmingham sær um reiggj. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Jiri Jarosik, og finnin Mikael Forssell. Birmingham er sostatt tilreiðar til fjórða umfar í steypakappingini, har Birmingham skal møta Reading á útivølli.
Ingi Højsted eigur framvegis sín fyrsta til fyri Birmingham til góðar.