Hóast Steve Bruce hevur verið undir stórum trýsti hesa seinastu tíðina, so hongur nýggja felagið hjá Inga Højsted framvegis í bólkinum av liðum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Hesa ferð gjørdist talan um 2-0 sigur á Wigan, sum annars hevur tikið alt og øll á bóli hetta kappingarárið. Ikki minst var talan um ein framúr góðan dyst hjá Jermaine Pennant, sum hevur havt sínar skaðatrupulleikar at dragast við í ár.
Birmingham er tó framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men seinastu avrikini hava tó givið ábendingar um, at liðið kanska fer at bjarga sær tilveruna í fremstu deildini.