Fleiri dystir hava verið spældir í ensku FA Cup í kvøld.
Talan hevur verið um retur-uppgerðir frá umfarinum sum varð leikt fyri tíggju døgum síðani.
Av Premier League feløgunum, vóru tvey feløg í kvøld í dysti. Tað vóru tey bæði Birmingham feløgini, Aston Villa og West Bromwich, sum bæði møttu liðum úr lægri deildum.
Aston Villa spældi á heimavølli móti Wycombe Wanderers, sum dagliga spælir í fjórðbestu ensku deildini. Aston Villa leikararnir vóru fyri tíggju døgum síðani úti fyri ógvusligum atfinningum, tá felagið einans megnaði at spæla javnleik á útivølli móti Wycombe.
Men í kvøld bragdaði hjá Aston Villa. Teir vunnu dystin 2-0. Tað stóð tó leingi nógv á hjá heimaliðnum, sum ikki fekk hol fyrrenn 75 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá legði miðverjin, Kieran Clark, Aston Villa á odda 1-0. Og í tíðini sum dómarin legði afturat, økti Idrissa Gana Gueye til 2-0.
Hitt Premier League felagið, West Bromwich, sum á útivølli møtti Bristol City úr næstbestu ensku deildini, megnaði eisini at spæla seg víðari. West Bromwich vann 1-0 við máli sum Salomon Rondon skeyt tíðliga í fyrra hálvleiki.
Í annaðkvøld verða fleiri av hinum retur-dystunum spældir í FA Cup. Tá skal Liverpool millum annað í eldin, umframt at Leicester og Tottenham spæla retur-uppgerð í Leicester.
Úrslitini í FA Cup í kvøld:
Aston Villa – Wycombe Wanderers 2-0
Bradford City – Bury 0-0 (Spæla longda leiktíð nú)
Bristol City – West Bromwich 0-1
MK Dons – Northampton 3-0
Portsmouth – Ipswich 2-1
Yeovil – Carlisle 1-1 (Spæla longda leiktíð nú)
Bolton – Eastleigh 3-2
Reading – Huddersfield 3-2